Fyrr í vikuni tapti Toronto Maple Leafs í norðuramerikonsku íshokkideildini, NHL, 1-4 á heimavølli ímóti Detroit Red Wings. Hetta var triðja tap teirra í fimm dystum, og tað hóvaði nøkrum av viðhaldsfólkum teirra stak illa.
Tvey av viðhaldsfólkunum tveittu Maple Leafs-troyggjuna á ísin, og í íshokki merkir hetta, at ein hevur givið upp. Hetta hóast tað vóru heili 77 dystir eftir at spæla av innleiðandi spælinum í kappingarárinum.
- Hetta var harmiligt at síggja. Tað finnast aðrir mátar at vísa sína ónøgd. Vit eru ónøgdir og vónbrotnir hvørja ferð vit tapa. Viðhaldsfólkini koma higar fyri at stuðla okkum og vilja síggja okkum vinna, og vit vilja vinna fyri teirra skuld, segði liðskiparin, Dion Phaneuf, við kanadiska blaðið The Star eftir dystin.
Venjarin, Randy Carlyle, var meiri róligur um hvussu viðhaldsfólkini uppførdu seg, og metti, at teir sjálvir høvdu skuldina.
- Tað kemur óvart á meg, at vit ikki spæla á tí støðinum, sum vit kunnu. Tað nívir meg, at vit finna mátar at gera tað truplari fyri okkum sjálvar. Tað er tað, sum er mest nívandi, segði hann eftir dystin.
Síðani hendingina, sum hevur verið nógv umtalað í Kanada og í USA, hevur Toronto Maple Leafs spælt ein javnleik (taptu tó í eykatíðini) og vunnið ein. Dysturin, sum skuldi vera ímóti Ottawa Senators í gjárkvøldið, varð útsettur vegna ófriðin í Ottawa.










