Gotze fer aftur til Dortmund

Mario Gotze fer nú aftur at spæla fyri barndómsfelagið, Borussia Dortmund

 

Dortmund váttar í dag, at felagið hevur keypt Mario Gotze frá Bayern Munchen.

 

24 ára gamli Mario Gotze, sum eftir Champions League finaluna í 2013, skifti frá júst Dortmund til Bayern Munchen, vendir sostatt aftur til felagið, sum hann frá 2001 til 2013 spældi fyri.

 

Tað verður mett at Dortmund rindar á leið 200 milliónir krónur fyri týska kreatørin.

 

Í Dortmund fegnast tey um at burturvilsti sonurin nú vendir heim aftur.

 

Stjórin í Dortmund, Hans-Joachim Watze sigur við týskar miðlar.

 

-       Eg fegnist um at Mario Gotze vendir heim til Dortmund. Eg havi líka síðani 2013 hopa uppá, at tað einaferð skuldi eydnast okkum at fáa hann heim aftur.

 

-       Mario Gotze er ein Dortmund maður, og er millum mest kreativu leikararnar í heiminum. Og so er hann bara 24 ára gamal, so eg stórfegnist um at hava hann aftur, sigur Hans-Joachim Watze.

 

Mario Gotze fær væntandi ein munandi størri leiklut á liðnum hjá Borussia Dortmund, enn hvat hann fekk á liðnum hjá Bayern Munchen.