Í 16. umfari av Premier League snávaðu bæði Arsenal og Liverpool í sínum dystum móti ávíkavist Middlesbrough og Reading, meðan Manchester United og Chelsea gjørdu sína skyldu, og Tottenham vann móti Svenn Göran Eriksson og hansara monnum.
Manchester og Chelsea
Bæði Manchester United og Chelsea gjørdu sína skyldu í sínum dystum um vikuskiftið. Bæði toppliðini høvdu heimadyst, og í báðum førum varð talan um heimasigrar, tá botnliðini vóru á vitjan.
Derby komu á eina heldur ómøguliga uppgávu, tá teir skuldu royna at fáa nakað burturúr trupla útidystinum á Old Trafford í Manchester. Úrslitið talar eisini sína greiðu søk. 4-1 sigur til United, ið nú andar hart í nakkan á oddaliðnum Arsenal.
Málini hjá United gjørdu Ryan Giggs 1, Carlos Tevez 2, og Cristiano Ronaldo 1. Einsamallamálið hjá gestunum skoraði Steve Howard.
Á Stamford Bridge høvdu Chelsea vitjan av Roy Keane og hansara monnum úr Sunderland, og har skuldi tað vísa seg at Chelsea hava ikki eins lætt spæl, tá teir eru sterka Didier Drogba fyri uttan. Chelsea vann tó dystin 2-0, og tað man sigast at vera rættvíst úrslit. Málini hjá Chelsea skoraðu Andriy Shevchenko og Frank Lampard.
Arsenal og Liverpool
Arsenal høvdu gyltan møguleika at leggja seg fýra stig framum argastu kappingarneytarnar úr Manchester United, tá teir vóru á vitjan í norðurpartinum av Onglandi, hjá Middlesbrough. Men Middlesbrough, ið hevur havt tað sera trupult í seinastuni vóru sera treiskir og stóðu væl í verjuni, so ikki var til at koma gjøgnum. Tað vóru eisini Middlesbrough, ið løgdu seg á odda longu eftir fýra minuttum við brotsparki, og tá teir so skoraðu til 2-0, í øðrum hálvleiki, tóktist tað líkjast einari avgerð. Móti endanum fingu Arsenal tó pintað uppá úrslitið til 2-1.
Málini hjá Middlesbrough skoraðu Stewart Downing og Sanli Tuncay, meðan Tomasz Rosicky skoraði einsamalla málið fyri Arsenal.
Eins og hjá Arsenal, var meira væntað av Liverpool í vikuskiftinum. Teir vóru á vitjan hjá Reading, og gestirnar á Madejski leikvøllinum tóktust at hava neyðuga hepnið við sær. Teir fingu brotspark og løgdu seg á odda longu eftir 17 minuttum. Liverpool javnaðu stutt eftir og hóttu fleiri ferðir við at leggja seg á odda, men inn um mállinjuna vildi bólturin ikki. Í trimum støðum kundi dómarin havt bríkslað fyri brotsparki til Liverpool, men floytan tagdi og onki hendi. Í einum av støðunum varð stjørnuáleyparin hjá Liverpool so eisini skaddur, og tá var sum um at teir reyðu mistu neyðuga trýstið. Peter Crouch kom tá at spæla einsamallur móti einari vælstillaðari Reading verju. Tá eitt lið ikki skorar uppá sínar møguleikar, er ofta at mótstøðuliðið ger sær dælt av støðuni, og so var eisini hesa ferð.
Liverpool pressaðu og pressaðu, meðan Reading skoraði og skoraði.
Málini hjá Reading skoraðu Stephen Hunt, Kevin Doyle og James Harper, meðan Steven Gerrard skoraði einsamalla málið hjá Liverpool.
Tottenham vunnu tepurt
Á White Hart Lane høvdu Juande Ramos og hansara menn vitjan av Svenn Göran Eriksson og Manchester City, og har var talan um tætta uppgerð, millum tvey jøvn lið. Manchester City høvdy gyltan møguleika at koma upp millum topp fýra, um bert teir fingu tað eina stigið, men so skuldi ikki vera.
Fyrsta málið í dystinum skoraði vongverjin Pascal Chimbonda, beint fyri hálvleik. Innskifti Rolando Bianchi fekk javnað fyri City, men enn ein innskiftur leikari skuldi vísa seg at hava ein avgerandi leiklut. Hesin var Jermaine Defoe, ið á sinni var vrakaður til enska landsliðið av júst Svenn Göran Eriksson, tá enska landsliðið var til HM-endaspælið í 2006. So tað var eitt slag av hevnd, ið Defoe fekk.
Í Faktaboks:
Úrslitini um vikuskiftið
Aston Villa-Portsmouth 1-3 (Barry-s.m., Muntari 2)
Chelsea-Sunderland 2-0 (Shevchenko, Lampard)
Reading-Liverpool 3-1 (Hunt, Doyle, Harper-Gerrard)
Newcastle-Birmingham 2-1 (Martins, Beye-Jerome)
Manchester United-Derby 4-1 (Giggs, Tevez 2, C.Ronaldo-Howard)
Everton-Fulham 3-0 (Yakubu Aiyegbeni 3)
Tottenham-Manchester City 2-1 (Chimbonda, Defoe-Bianchi)
Bolton-Wigan 4-1 (s.m., Nolan, Davies, Anelka-Landzaat)
Blackburn-West Ham 0-1 (Dean Ashton)
Middlesbrough-Arsenal 2-1 (Downing, Tuncay-Rosicky)