Gott vikuskifti hjá føroyskum triathletum

Tað var ikki bara Joan Bláfoss, ið stóð seg væl í vikuskiftinum. Eisini gekk væl hjá Gudmund Joensen og Gunnar Dahl-Olsen

Tíðindaskriv

 

 

Føroysku fjølmiðlarnir skrivaðu í vikuni, at sera væl hevði gingið hjá Joan Bláfoss, ið luttók í HM í Triathlon sunnudagin í Hollandi. Sjálv gjørdist Joan nummar sjey, men saman við landsliðsfeløgum sínum gjørdist hon HM vinnari. Ein fantastiskt avrik á einum so longum teini. Joan skuldi svimja 4 km, súkkla 120 km og síðan renna 30 km.

Gott hevur gingið hjá øðrum eisini, og í stórari kapping í Silkeborg sunnudagin gekk eisini sum eftir ánni hjá evnaríka Gudmund Joensen og Gunnar Dahl-Olsen.

Gudmund kappaðist í fjórðings ironman og Gunnar á hálvum ironman.

 

Gudmund nummar fimm

Gudmund og hansara kappingarneytar skuldu fyrst svimja 950 metrar, síðani súkkla 45 kilometar og at enda renna 10,5 kilometrar.

Gudmund er sterkur á øllum trimum greinunum, men hevur ikki íðkað triathlon í so mong ár, sum fleiri av hansara kappingarneytum, og tí kann hann við miðvísari venjing gerast enn betur. Hann var millum teir fremstu í svimjing og var tí eisini millum teir fyrstu upp á súkkluna. Her gekk eisini væl og tá renning er sterkasta síðan hjá Gudmund, ja so kundi tað bara ganga gott. Tað gjørdi tað eisini, og av 150 luttakarum gjørdist Gudmundur fimtur á málið.

 

Gunnar vann

Tað bleiv til ein eitt sindur longri túr hjá Gunnari. Hann hevði sett sær fyri at royna ½ Ironman á fyrsta sinni. Gunnar skuldi fyrst svimja 2 kilometrar, síðani súkkla 90 km og at enda renna hálvt marathon, tvs. góðar 21 km.

Sterkasta kortið hjá Gunnar er súkklingin. Men væl gekk í svimjingini sunnudagin og var hann millum teir fyrstu úr Almindsø við Silkeborg. Tað gekk væl í súkklingini eisini, meðan renningin var heldur drúgv at koma ígjøgnum. Samanlagt gekk gott, tí fyrstur á mál í sínum bólki gjørdist Gunnar, ið vann við tíðini 4 tímar 55 minuttir, heilar seks minuttir framman fyri nr. 2.

Gunnar sigur soleiðis um kappingina:

Eg haldi at svimjingin og súkklingin gingu rættiliga væl. Eg royndi at halda aftur í svimjingini fyri at spara kreftir til hinar teinarnar. Í súkklingini gav eg tó alt eg átti fyri at fáa nakað at geva av, tá eg skuldi út á langa renniteinin. Veika síðan hjá mær er renningin og tí mátti eg vinna so nógva tíð sum gjørligt í súkklingini. Síðstu kilometrarnir vóru øgiligir at renna, men við at hugsa positivt, ja so føldist tað ikki so strævið, segði Gunnar eftir sigurin.