Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, verður vanliga tikið til, og tað sama kann nokk eisini sigast um veðrið á summarfestivalinum.
Fríggjadagin, tá tað var rímuliga stilt, men nógv regn, vóru 27 prosent av el-framleiðsluni hjá SEV úr vatni, og restin framleiðsluni var úr olju.
Leygardagin, tá tað eisini var nógv regn og eitt fitt lot, vóru 21 prosent framleidd úr vatni og 15 prosent úr vindi, meðan írestandi 64 prosentini vórðu framleidd úr olju.
Annars hevur nógva regnið í Skandinavia seinastu tíðina trýst elprísirnar niður. Vatngoymslurnar í Norra og Svøríki eru á tremur við vatni, og hetta hevur trýst prísin niður á øllum tí skandinaviska marknaðinum, eisini í Danmark.
Í Vesturdanmark lá miðalprísurin á el í juli á 31,5 oyrum fyri kilowatt-tíman ímóti 38,8 oyrum í juni, meðan prísurin í Eysturdanmark í sama tíðarskeiði var 32,3 oyru fyri kilowatt-tíman ímóti 39 oyrum í juni.
Við mvg og ymsum umhvørvisgjøldum er samlaði prísurin fyri ein kilowatt-tíma í Danmark umleið 2 krónur.










