Gott við nýggjum og mennandi listaumhvørvi

Í morgin er seinasti dagur, har alternativa heystframsýningin í høvuðsstaðnum er opin fyri almenninginum. Vit hava spurt ein av framsýnarunum, Zacharias Heinesen, hvussu tiltakið hevur eydnast og hvat framtíðin hevur at bjóða uppá.

Framsýning
Jan Müller
jan@sosialurin.fo




-Vit listamálarar hava brúk fyri slíkum hølum. Listaskálin hevur líkasum ikki pláss fyri so nógvum at framsýna í senn. Vit mugu gera okkum greitt, at har er ikki pláss fyri hvørki heystframsýning ella várframsýning við so nógvum framsýnarum. Í Listaskálanum fer slík framsýning inn í ymisk høli, so har var eingin heild. Listaskálin er meira egnaður til einmans framsýningar. Og tað er hann góður til. Í listahøllini á Skipasmiðjuni ber til at hava eina heild sjálvt við nógvum framsýnarum, og tað er sera gott.

Zacharias heldur eisini, at tað hevur sína serstaka sjarmu at sýna fram í einum gomlum fabriksbygningi. Hetta er so heldur ikki ókent í øðrum londum, har listin eisini er livandi. At sýna fram á hesum nýggja stað minnir tí eisini um líknandi framsýningar í útlondum, har man brúkar gamlar bygningar. Kunnu slíkir gamlir bygningar ikki brúkast til annað, so kunnu teir oftani brúkast til listaarbeiði og framsýningar. Og hetta er einki verri enn tað heldur listamaðurin fyri.

Hann sigur víðari, at samanbera vit við t.d. Reykjavík, so hava teir eitt tjóðarsavn, sum hevur sínar framsýningar. Men har halda tey ungu serstakliga, at tað er ov traditionelt. Tey hava tí tikið í brúk eitt pakkhús niðri við havnina, og hetta tiltakið í Skipasmiðjubygninginum minnir um tað.

-Er hetta framsýningarstaðið komið fyri at verða?

-Tað vóni eg, men vit vita jú ikki, hvussu leingi vit kunnu vera her og nær eigararnir skulu brúka høllina aftur. Tí leita vit eisini alla tíðina eftir einum øðrum hóskandi hølum at hava til taks, tá og um vit missa hesi hølini. Vit eru annars sera fegin um at kunna vera í hølunum og kunnu vit eisini brúka tey at arbeiða ímillum framsýningarnar, so vildi tað verið frálíkt. Vil eisini veita eina serstaka tøkk vegna okkum øll til eigararnar av høllini.

-Hvussu so við framtíðini hjá teimum 14, sum nú sýna fram í listahøllini?

-Vit síggja okkum sum ein bólk eins og vit kenna tað frá serliga Danmark. Bara í Keypmannahavn finnur tú einar 10 tílíkar bólkar. So onnur í Føroyum hava eisini møguleika at skipa sínar bólkar. Zacharias Heinesen var so ein av teimum sokallaðu "útbrótarunum", sum herfyri tók seg úr Listafelagnum, ið heldur til í Listaskálanum. Hann sær ikki hetta stig sum nakað óvanligt og negativt. Tvørturímóti heldur hann tað kunna vera mennandi fyri listina og listaumhvørvið. Sjálvur havi eg hugsað henda tankan leingi. Eitt er so ein heyst- og ein várframsýning. Men sjálvandi skulu vit eisini hava gestir at sýna fram, tvs. ein útlendskan og ein føroyskan gest hvørt árið. Tað er so helst tað næsta tiltakið, sum liggur fyri framman. Hann er sum heild sera væl nøgdur við hesa fyrstu heystframsýningina har á staðnum og vónar at hon kann vera við til at stimbra og menna føroyska málningalist og aðra list við.