Føroyingar eru eins og onnur í Europa vorðnir verri gjaldarar. Tað staðfesta kanningar.
Ein orsøk til hetta er heimsfevnandi fíggjarkreppan, men innheintingarfyritøkan Intrum Føroyar hevur eisini annað boð uppá eina orsøk.
- Okkara ábending er, at ein stórur partur av teimum, sum ikki gjalda til tíðina, velja hetta tilvitað, sigur Jákup Beck Jensen, stjóri í Intrum Føroyum.
So hvørt sum gjaldsviljin sum heild versnar, økist tørvurin á skipaðari innheinting púra náttúrliga.
- Og tá er ein innheintingarfyritøka ein náturligur partur, sigur hann.
Innheintingarfyritøkur er nýtt fyribrigdi í Føroyum, og enn finst bert hin eina.
- Tað eru bert trý ár síðani at vit byrjaðu virksemið her í Føroyum. Framman undan høvdu kravánarar ongan annan møguleika enn at royna sum frægast at fáa peningin inn. Hetta er ofta ein long, tung og tíðarkrevjandi process, sum kann enda við, at fyritøkur og stovnar noyðast at fara til advokat eftir hjálp. Flestu fyritøkur velja at bíða í upp til seks mánaðir við at fara til advokat. Tí høvdu skuldarar frítt spæl í alt ov langa tíð, og ofta kom kravánarin í gjaldsføristrupullleikar, sigur Jákup Bech Jensen.
Ein innheintingarfyritøka styttir um innheintingartilgongdina og fer skjótari inn í málini.
- Meirvirðið, sum vit skapa kravánarum, er stytt bíðitíð og betri likviditet. Vit hjálpa eisini skuldarum burturúr mangan vónleysum støðum við at gera gjaldsavtalur, so peningurin verður afturgoldin yvir eitt tíðarskeið, sigur Jákup Beck Jensen.
Kappast við advokatar
- Okkara arbeiði hevur sum so einki við virksemið hjá advokatum ella rættsliga innheintan at gerða. Vit eru ein ”longdur armur” av bókhaldinum hjá kravánaranum, sigur Intrum-stjórin.
Hann upplýsir, at Intrum Føroyar hevur 400-500 fyritøkur og stovnar, smáar og stórar, sum kundar.
- Okkara virksemi er ein success, og tí eru tað nú prosentvís nógv fleiri fakturar, ið verða goldnir og tí ikki skulu víðari til advokat. Tí skilji eg væl, um onkur advokatur fatar okkum sum konkurrent og heldur, at vit taka breyðið úr munninum hjá sær, sigur Jákup Bech Jensen.
Hann leggur tó stóran dent á, at týðiligur munur er á at venda sær til Intrum og at venda sær til ein advokat við innheinting fyri eyga.
- Vit vilja bøta um peningastreymin hjá okkara kundum, uttan at skaða handilsliga sambandið millum seljara og keypara. Tað er neyvan úrslitið, um málið endar hjá advokati, sigur Intrum-stjórin, ið eisini peikar á prísmunin.
- Við okkara telduskipanum og føstu mannagongdum kunnu vit bjóða eina skjóta og smidliga tænastu til ein lágan kostnað, sigur hann.
Heimildin í lagi
Í farnu viku varð ivi sáddur um heimildirnar hjá Intrum Føroyar at innheinta og taka kostnað frá skuldara, men hesum iva vísir stjórin aftur.
- Okkara ráðgevarar meta heilt greitt, at vit hava heimild til at innheinta og at áleggja skuldarum innheintingarkostnað. Um vit ikki høvdu verið vís í lógarheimildini, vóru vit sjálvandi ikki farin til verka í Føroyum, sigur Jákup Beck Jensen.
Hann vísir til tað faktuella grundarlagið.
Í Føroyum er galdandi lóg nr. 92 frá 23 februar 1988 ”om ydelse af juridisk bistand samt om inkasso-og detektivvirksomhed m.v.”
Eftir §1 stk. 1, nr. 2 fevnir lógin um ein og hvønn, hvørs vinnuliga virksemi er at heinta inn peningakrøv (inkassobureauer). Ikki ber til at fáa løggilding (autorisatión) til tað virksemi, sum lógin fevnir um, og tí er løggilding heldur ikki neyðug.
- Mær kunnugt er í Danmark galdandi lóg um inkassovieksemi, ið krevur, at onnur enn advokatar og peningastovnar skulu hava løggilding, fyri lógliga at kunna reka slíkt virksemi. Harvið er lóggáva og rættarvenja ymisk í Føroyum og Danmark, sigur Jákup Bech Jensen.
Stjórin í Intrum Føroyum er sannførdur um, at tað hevði verði ein fyrimunur um reglurnar vórðu eitt sindur greiðari á innheintingarvirksemi.
- So høvdu vit sloppið undan at ivi verður sáddur um okkara virksemi og heimildirnar, vit arbeiða út frá, sigur Jákup Bech Jensen.
- Hetta var eisini orsøkin til, at eg kontaktaði brúkaraumboðsmannin, tá hann varð settur í starv. Vit høvdu fund í summar, har eg greiddi umboðsmanninum frá okkara virksemi og marknaðarføring. Vit samdust um at arbeiða víðari við hesum, sigur Intrum-stjórin.