Gott við einum stigi – og tó

Liðskiparin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen, var heldur ivasamur, tá ið vit spurdu hann, um hetta var nøktandi

- Um vit hyggja at stigatalvuni, so er tað fínt at fáa eitt stig burturúr teimum næstfremstu. Men um vit hyggja at dystinum í kvøld, so er tað harmiligt, at vit ikki fáa størri úrtøku. Um vit vóru meira kaldir, so høvdu vit fingið mál, staðfestir Pætur.

Skála hevur havt tað trupult higartil í ár, men vónirnar eru framvegis góðar.

- Vit hava góðar vónir at sleppa upp um niðurflytingarmarkið. Eitt strævið tíðarskeið er nú lokið, har eingin væntaði, at vit fóru at fáa stig. Vit hava faktiskt fingið stig burturúr øllum, undantikið EB/Streymi. Vit skulu bara vinna tey lægru liðini, sum vit møta nú skjótt, helt Pætur Dam Jacobsen fyri eftir dystin.