Í fótbóltssambandinum eru tey sera fegin um, at tey hava so aktivar høvuðsstuðlar, sum Atlantic Airways, Føroya Tele og Bakkafrost, sum saman skipa fyri einum stórum fjepparatiltaki á Tórsvølli, sum byrjar mánakvøldið klokkan 18. Sjálvur HM-undankappingardysturin millum Føroyar-Portugal byrjar klokkan 19.45.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum in.fo/Rás2 hevur gjørt við aðalskrivaran hjá FSF, Virgar Hvidbro, sum kann fegnast um ein góðan útisigur í Lettlandi fyrrakvøldið. Hann er vónríkur um, at Føroyar aftur kunnu fáa eitt gott úrslit ímóti Portugal í annaðkvøld.
Virgar Hvidbro greiðir frá, at lutfalsliga eru tað ikki so ræðuliga nógv fjølmiðlafólk og áskoðarar, sum eru komin úr Portugal fyri at síggja dystin í annaðkvøld.










