Gott verjuspæl var avgerandi

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Jacklin Durhuus og liðfelagarnir í Neistanum kunnu fegnast um at hava rokkið FM-finaluni

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis við veteranin hjá Neistanum, Jacklin Durhuus aftaná Jacklin og liðfelagarnir høvdu vunnið 19-14 (10-7) á Kyndli. Jacklin Durhuus gjørdi sítt við at skora tvey mál.

 

Jacklin Durhuus heldur, at lykilin til sigurin í dag var sterka verjuspælið hjá neistakvinnum. Kyndilskvinnur fingu bert 14 mál í dag, og tað sigur nógv. Jacklin heldur eisini, at góða verjan hjálpti væl hjá málverjanum, Fríðu Petersen.

 

Jacklin Durhuus heldur, at allar stóðu sterkar í myndini í dag, og nú ætla neistakvinnur at halda fyrsta plássið í hvonndeildini, so tær hava fyrimunin at velja um tær skulu hava heimavøll í fyrru ella seinnu FM-finaluni. Um talan verður um eina møguliga triðju FM-finalu fær Neistin heimavøll, um tær vinna grundspælið.