Gott veður um vikuskiftið

DMI sigur, at tað verður lítið av vindi og fyri tað mesta turt

Danska veðurstovan DMI boðar frá góðum veðri um vikuskiftið. Tað verður lítið av vindi og turt stóran part av tíðini.

 

DMI sigur, at í dag vera 3-5 m/s av norði ella av ymsum ættum. Í nátt 3-8 m/s av landnyðringi. Samdrigið og einstøk æl í støðum. Hitin í dag millum 8 og 10 stig, í nátt millum 4 og 8 stig.

 

Sunnudagin vera 3-8 m/s av eystri, út á dagin undr 5 m/s av ymsum ættum. Skiftandi skýrák og fyri tað mesta turt. Hitin millum 6 og 10 stig.