Gott veður um vikuskiftið

Eitt hátrýst liggur beint sunnan fyri Føroyar, men sum vikuskiftið líður førkar tað seg spakuliga í ein útsynning og veðrið verður sum frá líður meiri óstøðugt.

 

Í dag verður fyrst eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, men sum dagurin líður verður lot til andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 4 til 7 m/s. Fyrrapartin verður skýggjað, men turt, men út á dagin klárar í og tað verða sólglottar. Leygarnáttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, enn yvirhøvur skýggjað, men turt veður. Hitin verður millum 3 til 8 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum dagurin líður eitt sindur av regni. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Sunnudagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sum frá líður regn av og á. Um náttina makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og stundum klárt. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sunnan fyri eitt skifti andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella sirm. Um náttina makar hann vindin niður í lot til andøvsgul av norðri, 2 til 7 m/s. Sum frá líður turt og klárt. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.

 

Týsdagin snarar hann vindin í ein vestan og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, í støðum upp í stívt andøvsgul, um 13 m/s. Sum frá líður skýggjað og seinnapartin regn av vestri. Um náttina klárar í, tó verður okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.

 

Mikudagin øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, um 15 m/s. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av norðri og landnyrðingi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og sum frá líður regn av vestri. Hitin millum 5 og 8 stig, um náttina kaldari.