Gott veður til rakettir

Tað verður nakað av regni í kvøld, men væntandi verður turt um midnáttarleitið

 

 

Tað verður neyvan veðrið, sum forðar fyri einum góðum nýggjárshaldi í kvøld. Nakrir dropar koma niður gjøgnum tað mesta av kvøldinum, men um midnáttarleitið verður mest sum turt.

 

Tað verður nakað av vindi, men tó ikki somikið nógv, at hetta nervar bál og rakettir. Seinnapartin vekstur hann vindin upp í einar 15 metrar um sekundið, men frá klokkan 22 sigst vindurin linka heilt nógv, soleiðis at hann verður einar 6-7 m/s á midnátt.

 

Hitalagið verður millum 5 og 6 stig.