Gott veður til mikudagin

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar at veðrið verður gott til út á seinnapartin mikudagin.

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar at veðrið verður gott til út á seinnapartin mikudagin. Tá verður tó møguliga stormur.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitalagið millum frostmarkið og trý hitastig.

 

Týsdagin verður lot av ymsum ættum, seinnapartin frískar hann vindin av útnyrðingi. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitalagið um frostmarkið.

 

Mikudagin verður lot av vestri og yvirhøvur turt og sólglottar, men seinnapartin veksur hann vindin upp í skrið ella storm av útsynningi og regn. Hitin millum seks og níggju stig.

 

Hósdagin verður hvassur vindur av útsynningi og ælingur, partvís kavi, fríggjadagin upp í skrið av suðri og møguliga regn. Hitin millum eitt og fimm stig.