Tónleikafagnaðurin Við Múrin gongur væl, og í Kirkjubø er gott lag og gott veður.
Tað frættist úr Kirkjubø, at í gjár var lagið sera gott, og hampuliga fitt av fólki var savnað í Kirkjubø.
Í dag er lagið og veðrið gott, og væntandi er, at enn fleiri fólk fara til Við Múrin í dag og í kvøld.
Umframt tónleikin, eru tilboðini mong. Nevnast kunnu hitapottar og góður matur. Eisini ber til at fáa føroyskan mat á søguliga staðnum, ið nú er karmur um nútímans tónleik.
Skráin er góð.
Skráin sæst her:
Mynd: Havgrímur Johannessen










