Vit eru í bestu nátatíð, men tað eru longu fleiri dagar, síðan teir fyrstu ungarnir vórðu tiknir á sjónum.
Tað hevur viðrað hampiligt, og nakrar góða løtur hava verið. Í dag eru eisini gott veður, men nú er streymurin harður, skilst.
Vanligt er, at nakrir menn byrja tíðliga, kanska longu 23. august. Tá kann tað eydnast ella ei – alt eftir, nær fuglurin hevur vorpið, og hvussu búningin hevur verið.
Vanligt er, at náti fæst á sjónum eina viku inn í september ella so. Hvussu long nátatíðin verður, veldst eisini um, hvussu viðrar. Er útliðið og vindur, verður fuglurin lættur á sjónum, tá ein vika er farin av september.
Vit hava frætt frá báti í Skopun, sum seinasta leygardag fekk 420 nátungar. Teir fóru eystureftir og síðan norðurum, og her var nógvur fuglur. Tað sigur talið, teir fingu henda dagin.
Sami bátur hevur gjørt tveir aðrar túrar, og tá var nátaveiðan ávikavist 120 og 140 fuglar. Sagt verður, at fuglurin, sum altíð er misjavnur, men sum heild verður latið væl at, og nátin er góður.
Kring landið eru tað fleiri, sum taka nátunga á sjónum – teir flestu taka til húsbrúks, og so eru tað aðrir, ið vilja tjena sær nakrar krónur, meðan vertíðin er.
Tað er nógv arbeiði av at taka og reingera náta. Summir royta og svíða, aðrir skolda. Fuglurin skal eisini kryvjast og reinsast - og antin saltast ella frystast feskur.
Fyrst er tað dagurin í bátinum, tá fuglurin verður tikin. Verður hetta ein langur dagur, verður reingerðin ofta ikki fyrr enn dagin eftir, sum aftur kann gerast ein langur dagur.
Teir, sum leggja seg eftir nátaveiði burturav hesa ársins tíð, hava ofta onkran í landi, sum burturav tekur sær av at gera fuglin grýtukláran.
##med2##












