Óstøðug luft við ælaveðri streymar inn yvir Føroyar av útsynningi og gamlaárskvøld førkar eitt brúgvalag seg inn yvir oyggjarnar av útsynningi. Leygarnáttina fer væntandi eitt brúgvalag at flyta seg inn yvir Føroyar av suðri. Frá sunnudegnum streymar kaldari luft aftur inn yvir oyggjarnar av landsynningi og eystri.
Fyrrapartin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og okkurt ælið, men seinnapartin verður meiri skýggjað. Hitin millum 4 og 8 stig. Gamlaárskvøld verður gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum um náttina snarar í ein útsynningi og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og eitt bil regn, seinni ælaveður. Hitin millum 1 og 5 stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum seinnapartin snarar í ein sunnan og øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Ælaveður, men eisini sólglottar. Um kvøldið og náttina strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn av og á. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 7 stig.
Leygardagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 m/s, sum út á dagin makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað, men regn av og á. Um kvøldið øtlar hann vindin og um náttina verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 4 og 8 stig.
Sunnudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, men út á dagin vátaslettingur og hitin millum 2 og 6 stig.
Mánadagin verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi og eystri, 13 til 18 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn- ella vátaslettingsæl. Hitin millum 1 og 5 stig.
Týsdagin verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, sum út á dagin makar nakað. Yvirhøvur skýggjað og regn- ella vátaslettingsæl og hitin millum 2 og 5 stig.