Eftir dagar og vikur í mjørka er líkt til, at góðveðrið siðstu dagarnar eisini verður galdandi um ólavsøkuna.
Í morgin og ólavsøkuaftan kemur hitin væntandi upp á 14 til 18 stig. Tað verður fleyr til gul av landsynningi og eystri og yvirhøvur turt og sól ella sólglottar.
Ólavsøkudag verðru sama veður, tó so at hitin tá fer at liggja millum 12 og 15 stig.
Hóast veðurmaðurin hjá Miðlahúsinum lovar góðveður, so útihýsir hann ikki, at mjørkin kann fara at arga ólavsøkugestirnar.
Hoyr Petur Skeel Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini.










