Gott veður á bátastevnu

Petur Skeel Jacobsen væntar, at tað verður turt og sólglottar alt vikuskiftið, so líkindini vera góð fyri bátastevnu á Toftum.

Petur Skeel Jacobsen væntar, at tað verður turt og sólglottar alt vikuskiftið, so líkindini vera góð fyri bátastevnu á Toftum.

 

Fleyr til gul av norði ella ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitalagið millum frostmarkið og trý hitastig.

 

Dýra biðidag verður fleyr til gul av ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitin millum eitt og fýra stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi og sólglottar, men kanska okkurt æli. Hitin millum fýra og sjey stig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul av eystri og yvirhøvur turt og sólglottar, mánadagin frískur vindur av landnyrðingi og ælingur. Hitin millum fýra og átta stig.