Gott veður á valdegnum

Veðrið kann ikki nýtast sum umbering fyri ikki at fara á val leygardagin, tí veðrið verður yvirhøvur gott um landið so at siga allan dagin.

 

Um alt landið fer hitin at liggja um 10 til 12 stig, summastaðni upp í 13 stig, og vindmegin verður millum tríggjar til fýra metrar um sekundið.

Tað verður fyri tað mesta yvirskýggjað við sólarglottum um middagsleitið og stutt út á seinnapartin.

Yvirhøvur verður turt, men møguliga verður sirm í Vágunum, Streymoy og á Eysturoy, sum líður út á kvøldið.