Seinnapartin í morgin bresta føroyska og ukreinska landsliðið saman til dyst á Svangaskarði.
Fleiri fólk fara uttan iva at hyggja eftir dystinum. Hesi fara óansæð hvussu veðrið er.
Onnur eru helst meiri áhugað í veðurlíkindunum: Verða tey góð, so fara tey frá húsum.
Tað er kortini alt sum bendir alt á, at veðurlíkindini verða av teimum frægu til landsdyst í morgin.
Sambært forsøgnini hjá DMI verður hann sunnan í ættini, millum 8 og 13 metrar um sekundið.
Tað verður haraftrat skýggjað og kanska regn. Og hitin verður millum 6 og 9 stig.
Hetta skuldu alt tala fyri góðum veðri til dystin. So vóna vit bara at úrslitið verður hareftir.










