Veðrið var við fyrireikarum og luttakarum, tá fyrra helvt av FM í frælsum ítrótti var avgreidd í dag.
Á 800 metrum var tað Bjørk Herup Olsen, sum vann hjá kvinnunum. Hjá monnunum var tað hin stóra framtíðarvónin hjá føroyingum í frælsum ítrótti, Rúni Seloy sum vann.
Bjørk vann eisini kappingina á 5000 metrum. Rebekka Fuglø var tíverri einasti kvinnuligi íðkarin á 400 metrum, og fekk tí sjálvskrivað gull. Rúni Seloy vann kappingina á 400 metrum hjá monnum.
Á 5000 metrum tók tann 65 ára gamli Regin Jóanesarson lut, og er tað eitt bragd í sær sjálvum. Sam Vang vann kappingina á 5000 metrum, hóast hann ikki kendi seg væl í byrjanini av kappingini.
Kendi fótbóltsspælarin, Mona Breckmann vann FM á 100 metrum hjá kvinnum.
Í mansfinaluni hjá monnum á 100 metrum hendi tað harmiliga, at ein íðkari tjóvstartaði, og hann fekk tað reyða kortið á staðnum.
Rói Holgarson rann væl og kom fyrstur á mál.
Tíðir og plasseringar frá øllum kappingunum, sum vóru avgreiddar í dag verða annars at finna inni á www.renn.fo seinni í kvøld.
FM í frælsum ítrótti verður aftur á skránni klokkan 14 í morgin, og tá eru kappingarnar hesar :
100m/110m hekkurenning
200m renning
1.500m renning
3.000m forðarenning
Hæddarlopi
Spjótkasti
Kúlustoyti
Fitt av áskoðarum vóru til kappingarnar í dag, men fyrireikarnir vóna at síggja enn fleiri áskoðarar á Tórsbreyt í morgin.