Gott veður og hampiligur streymur

Eitt línuskip undan Íslandi og eitt minni línuskip undan Føroyum koma inn at landa mánadagin. Seinni í næstu viku landar møguliga okkurt línuskip aftrat.

- Línuskipið undan Íslandi hevur mest av toski, brosmu og longu, meðan skipið undan Føroyum hevur mest av toski og longu. Um skip landa seinni í vikuni, verður veiðan helst eisini mest toskur, brosma og longa.

Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga í sínum metingum fyri næstu viku.

Um útróður verður sagt, at veðrið verður gott, og streymurin verður hampiligur.

- Tí vænta vit eisini nakað av útróðrafiski, mest av hvítingi og nakað av kalva.

Djúpvatnstrolarar, sum fiska upsa og svartkalva, koma inn sum næsta vika gongur.

Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin hjá partrolarunum, sum veiða upsa, er smáligur, og teir koma eisini inn í næstu viku.

Trolbátarnir hava nú roynt á landleiðini í eina tíð.

- Teir royna í ein landnyrðing úr Føroyum og fáa eina blanding av toski, havtasku, reyðsprøku og tungu. Vit vænta ein mánadagin, og seinni í vikuni kemur restin av trolbátunum inn at landa.

Tveir trolbátar eru ikki á landleiðini, og teir fáa mest av toski. Hesir bátarnir koma væntandi inn at landa seint í vikuni.

Lagt verður aftrat, at bara eitt garnaskip, sum landar í Føroyum, er til fiskiskap. Teir royna eftir svartkalva og koma inn at landa miðskeiðis í næstu viku.