Tað verður gott veður um vikuskiftið, tá norðoyastevnan er.
Soleiðis sigur veðurmaðurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, um veðrið komandi dagarnar.
Í morgin verður tað yvirhøvur turt og sólglottar, og hitin fer at liggja millum 7 og 10 stig. Møguliga fer at regna eitt sindur um kvøldið.
Sunnudagurin verður eisini góður, tí tað verður turt, og sólin fer at skína. Hitastigini verða nakað hægri enn leygardagin, tí Petur Skeel Jacobsen lovar upp í 12 hitastig.
Hoyr Petur Skeel Jacobsen greiða frá veðrinum niðanfyri.