Eitt lágtrýst, 985 hPa, í ein útsynning úr Íslandi fer spakuliga í ein vestan meðan tað fyllist. Eitt tilhoyrandi brúgvalag liggur mest sum í stað yvir Føroyum komandi døgnið og førir regn við sær. Seinni um vikuskiftið og fyrst í næstu viku nærkast nýggj lágtrýst Íslandi av suðri, og tey tilhoyrandi brúgvaløgini, saman við regni og vindi, koma inn yvir Føroyar av útsynningi.
Í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn. Hitin um 9 stig. Í kvøld og í nátt makar hann vindin sum frá líður, niður í gul til stívt andøvsgul av landsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Framvegis skýggjað og stundum regn og hitin um 7 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s. Fyrst skýggjað og regn av og á, men út á dagin klárar í og sólin sær. Hitin millum 10 og 14 stig. Út á náttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av landsynningi. Turt og stundum klárt og hitin millum 5 og 8 stig.
Mánadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum um náttina makar niður í lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 2 til 7 m/s. Fyrst sólglottar, men sum frá líður skýggjað og regn. Hitin um dagin 10 til 11 stig, um náttina niður í 7 stig.
Týsdagin
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, um náttina í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Fyrst skýggjað og regn ella ælaveður, men út á dagin klárar í og kanska onkrir sólglottar. Um náttina meiri skýggjað og okkurt ælið í støðum. Hitin um dagin millum 10 og 12 stig, um náttina niður í 8 stig.
Mikudagin
Lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s, seinni av eystri. Stundum regn ella æalveður, men møguliga onkrir sólglottar. Hitin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av eystri, sum hækkar í ein landnyrðing og norðan. Sum frá líður yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin um dagin um 9 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.










