Gott veður mentanarnáttina

Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi liggur í stað og tey tilhoyrandi brúgvaløgini við regni koma í dag inn yvir Føroyar. Næstu dagarnar liggja fleiri veik brúgvaløg nærindis Føroyum.

 

Í dag

Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, eitt skifti upp í hvassan vind, 15 m/s. Seinnapartin makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og regn og hitin um 10 stig. Í kvøld makar hann vindin í lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður og hitin um 10 stig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 2 til 7 m/s. Tað klárar í og slítur í og sólin sær. Hitin millum 9 og 13 stig. Um náttina lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt og klárt og hitin millum 6 og 9 stig.

 

Leygardagin

Lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, 2 til 7 m/s. Sólglottar, men eisini okkurt æl. Hitin millum 10 og 13 stig, um náttina niður í 8 stig.

 

Hvítusunnudag

Lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 9 og 12 stig, um náttina niður í 8 stig.

 

2. hvítusunnudag

Lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður. Hitin millum 9 og 12 stig, um náttina um 8 stig.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Sum frá líður turt og sólglottar. Hitin um 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.