Gott várveður komandi dagarnar

Turt og mest sum stilt veður komandi dagarnar, sigur danska veðurstovan DMI.

Eitt lágtrýst vestan fyri Skotland flytir seg í ein landnyrðing í ein landsynning úr Føroyum og køld og turr luft streymar so við og við yvir oyggjarnar úr norði. Eftir vikuskiftið veksur eitt hátrýst vestan fyri Írland, sum spakuliga breiðir seg eysturyvir, og ein nøkunlunda heitur og fuktigur streymur verður yvir Føroyum. Fleiri brúgvaløg koma yvir Føroyar við regni. Hósdagin verður kaldari og klárari í veðrinum.

 

Sunnudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul úr útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum um kvøldið snarar í ein vestan. Fyrst skýggjað, síðani okkurt æli, men seinnapartin klárar hann í og tað verður yvirhøvur turt. Mánamorgunin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 metrar um sekundið. Fyrst klárt, men sum frá líður skýggjað av vestri. Hitin millum fimm og níggju stig.

 

Mánadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, sum um náttina veksur til eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Mest skýggjað og turt. Hitin millum sjey og tíggju stig.

 

Týsdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Mest skýggjað og stundum regn. Hitin millum sjey og tíggju stig.

 

Mikudagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, men um náttina snarar hann í ein útnyrðing og norðan. Mest skýggjað og stundum regn ella ælingur. Hitin millum sjey og tíggju stig.

 

Hósdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av vindi av útnyrðingi og norði, 5 til 10 metrar um sekundið, samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum seks og átta stig. Um náttina klárar hann í og hitin verður millum fýra og sjey stig.

 

Fríggjadagin verður eitt lot til andøvsgul av norði, 3 til 8 metrar um sekundið, nakað av sól og ælingur í støðum. Hitin millum fýra og sjey stig.