Gott val Obama!

Oddagrein:

Hóast amerikanska forsetavalið ikki hevur nakað beinleiðis við føroyingar at gera, so er tað tó ein sannroynd, at nógvir føroyingar fylgja hesum vali, sum var talan um val av egnum forseta.

 

Onkur man tí helst spyrja, hví vit her úti í Atlantshavi hava so stóran áhuga fyri júst hesum valinum! Sum heimsins stórveldi nr. 1 og sum tað landið, ið uppá gott og ilt er við til at seta dagsskránna í so mongum gerandisligum og altjóða viðurskiftum, er tað ikki so løgið, at eygu og oyru eru vend móti USA til eitt tað størsta hæddarpunktið har, nevniliga valið av nýggjum forseta.

 

Tað fer eingin tíðindasending framvið, uttan at USA ella amerikanarar eru partur av hesi so ella so. Sum heimsins ríkasta tjóð og sum tann, ið legði lunnar undir tað demokrati/fólkaræði vit kenna til í dag, so er tað ikki so løgið heldur, at nettupp henda tjóð so oftani er snúningspunktið.

 

Vit gloyma ikki amerikanska innsatsin í øðrum heimsbardaga, har amerikanskir hermenn og amerikonsk tøkni bardu niður bæði týsku og japonsku krígsmaskinurnar og harvið tryggjaðu okkum tað frælsi og ta vælferð vit kenna til í dag.

 

Tað er eisini ein sannroynd, at USA er og vil vera heimsins politi, tí tað ynskir at tryggja hetta frælsi. Hetta er ein leiklutur, ið landið hevur megnað og megnar bæði væl og minni væl. So grundfest er demokratiið í USA, at amerikanarar síggja fegnir, at eisini onnur lond, ið liva undir ófrælsi, kunnu gerast partur av demokratiska heiminum. Men tíverri hava skiftandi forsetar og stjórnir í USA misskilt og misbrúkt henda leiklut. Her stendur Vietnamkríggið sum ein ræðumynd og ein lærupeningi. Og sama er við Irak. Ikki tí – vit øll í Vesturheiminum ynskja, at irakiska fólkið skal vera frælst og hava tað gott, men vit mugu eisini kenna okkara vitjanartíð.

 

Bushfólkini hava ikki virt hesa sannroynd. Høgraekstremisma og høgraheykar hava við síni maktgyrnd og vanvirðing av øðrum fólkum, flokkum og sjónarmiðjum, ið tey hava stemlað demokratar=sosialisma=kommunisma=gudloysingar, skapt eina vanvirðiliga støðu og hava dálkað skjaldamerki demokratisins, frælsa dialogin, og tí er umheimurin farin at venda sama USA, sum so stór virðing hevur verið fyri, bakið. Tíðin er komin til at fáa hesa virðing aftur í hásæti, og tað kann hon, verður Obama valdur til forseta. Ikki tí at hann hevur svarið uppá allar spurningar, men tí hann gevur okkum eina vón um, at USA eisini fer at geva pláss fyri dúgvunum í framtíðar politikkinum. Amerikanarar og vit onnur hava fingið nokk av víðgongdu høgraheykunum í Washington. Við Obama kunnu fátækir amerikanarar vónandi síggja fram til eina sjúkratrygd, ið er ein av grundarsteinunum undir einum demokratiskum og humanum samfelag. Og við Obama kann heimurin allur vónandi síggja fram til eitt USA, sum í sínum leikluti sum heimspoliti í hvussu so er tekur dialogstavin í aðra hondina, heldur enn at hava kniplar í báðum. Gott val Obama.