Gott várveður nakrar dagar afturat

Lýggj luft við nøkrum ælum rekur inn yvir Føroyar av suðri og útsynningi. Eitt lágtrýst vestan fyri Ísland fer spakuliga í ein eystan og í dag kemur brúgvalagið haðani spakuliga inn yvir okkum av vestri og fer framvið í morgin. Síðani liggur eitt rák av útsynningi við ælaveðri yvir okkum, inntil nøkur brúgvaløg enn fara framvið hósdagin, fríggjadagin og leygardagin.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 6 til 10 m/s. Okkurt æl, men eisini sólglottar. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s. Sum frá líður meiri skýggjað og turt, men út á náttina fer at regna. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, sum út á seinnapartin snarar í ein vestan og makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn. Um kvøldið og náttina lot til stívt andøvsgul av vestri, 3 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað, men yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.

 

Mikudagin

Lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 3 til 7 m/s, seinni lækkar hann í ein sunnan. Sólglottar og yvirhøvur turt. Um kvølidið og náttina øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum lækkar í ein sunnan og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Fyrst sólglottar, men sum frá líður skýggjað og seinnapartin fer at regna. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, sum frá líður av vestri. Tað klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s, sum seinni øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Sólglottar, men eisini okkurt æl. Seinnapartin skýggjað og regn. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Leygardagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Sólglottar, men í løtum skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin alt samdøgrið um 6 stig.