Gott Vín og øl til okkara eldru

   

Johan Mortensen, Valevni Tjóðveldisflokksins til Býráðsvalið

"Vín gleðir mannin" sigur Prædikarin " Eitt gott glas av reyðvíni ella ein nýtappaður Restorffs ølur er gott fyri heilsuna og eg vildi unt øllum okkara eldru á Ellisheimum og stovnum í Havn eitt gott glas afturvið døgurðanum hvørt kvøld, um fólk væl at merkja hava hug til tess. Vín og øl við máta skapa hugna og trivna og sjálvandi skal Býráðið gjalda fyri løgin, tað er tað minsta. Kanningar vísa at fólk sum moderat njóta eitt glas liva longri enn avhaldsfólk.