Gott útgangsstøðið hjá Liverpool

Liverpool tryggjaði sær gott útgangsstøðið burturúr trupla útidystinum í Stoke

Fyrsta hálvfinalan í ensku Capital One Cup steypakappingini hevur í kvøld verið. Dysturin var á Britannia Stadium millum Stoke og Liverpool.

 

Hóast Stoke seinastu dystirnar hevur havt eina góða gongd, umframt at teir hava fingið stórt rós fyri spælistílin, so var tað útiliðið, Liverpool, sum í kvøld dró longra stráðið.

 

Einsamalla málið í dystinum kom átta minuttir fyri hálvleik, tá ungi og evnaríki enski leikarin, Jordon Ibe legði Liverpool á odda 1-0.

 

Sum heild hevði Liverpool gott tamarhald á dystinum, men móti endanum royndi Stoke at leggja trýst á Liverpool. Trýstið førdi tó ikki til nakað, og tí kundi Liverpool tryggjað sær ein fult uppibornan 1-0 sigur.

 

Seinna hálvfinalan millum Liverpool og Stoke verður spæld týskvøldið 26 januar á Anfield Road í Liverpool.

 

Hin hálvfinalan, sum er millum Everton og Manchester City verður spæld í annaðkvøld klokkan 20:00.

 

Stoke – Liverpool 0-1 (0-1)

0-1 Jordon Ibe, 37.