Tá vit komu inn í barnagarðinum, var rættiliga friðarligt runt umkring. Flestu børnini vóru longu farin heim, men tey, sum enn vóru í barnagarðinum, hugnaðu sær óført. Nøkur teirra spældu í einum lítlum sandkassa í túninum, meðan fleiri vóru stødd inni í sjálvum barnagarðinum, har tey høvdu fingið ís frá arbeiðsfólkunum. Hetta dámdu børnunum avbera væl.
Arbeiðsfólkið tók annars sera væl ímóti okkum, tá vit vóru ein túr framvið, og tey vóru bæði fryntlig og fyrikomandi at práta við. Tá vit høvdu vera har eina løtu, og hugt okkum umkring, fortaldi leiðarin, Gitta av Kák, okkum eitt sindur um barnagarðinum og tað, sum børnini gjørdu dagliga.
Ganga ofta túrar
- Tað fyrsta sum hendir, tá børnini koma um morgnarnar, er, at tey fáa sær ein bita at eta, og so plaga tey eisini at syngja inni í teimum ymsu stovunum, sigur Gitta av Kák.
- Eftir hetta plaga vit ofta at vera túrar við børnunum fyrrapartin. Vit eru onkuntíð túrar í haganum við teimum, men vit plaga eisini at fara ein túr í okkurt av fjósunum tætt við, har tey m.a. hava hestar, hønur, seyðir og dunnur. Hetta dáma børnunum altíð ótrúliga væl, heldur Gitta.
Umframt túrarnar, sum vera gjørdir við børnunum, hevur barnagarðurin sjálvur sera gott umhvørvið runt um sjálvt húsið. Har er ein stórur garður, sum børnini hava sera gott pláss at hugna sær í. Gitta sigur eisini, at seinna partarnir oftast vera nýttir í garðinum.
- Ja, um vit ikki gera aðrar túrar seinna partin, so er vanligt, at børnini fara ein túr í garðin her at hugna sær. Tey dáma serliga væl at fara í lítla hylin, sum vit hava í garðinum, at spæla. Annars er ein stór á beint niðanfyri sjálvan garðin, og har hava børnini eisini allar møguleikar at stuttleika sær.
Sleppa skjótt at sparka bólt
Ein fótbóltsvøllur er eisini í garðinum, har børnini sleppa at hugna sær. Hesin vøllurin er tó ikki so øgiliga stórur, men tað verður ikki leingi, fyrrenn tey sleppa at spæla á einum heilt nýggjum vølli.
- Ein av hesum smáu sparkivøllunum er í gerð beint við síðuna av barnagarðinum, og henda sleppa børnini skjótt at brúka. Vit eru í ferð við at gera ein lítlan tunnil frá barnagarðinum yvir til fótbóltsvøllin, so børnini sleppa frá at ganga á vegnum, um tey fara yvir til vøllin, sigur leiðarin í barnagarðinum.
Sostatt sleppa tey, sum fara í barnagarðin eftir summarferiuna, at sparka á einum stórum sparkivølli, um tey vilja.
Summarfrítíðin fyri framman
Sama dag, sum vit vóru og vitjaðu í barnagarðinum, fór onkur av arbeiðsfólkunum í summarfrí. Og tað verður heldur ikki leingi, fyrr enn fleiri av hinum arbeiðsfólkunum eisini fara í summarfrí. Fríggjadagurin er nevniliga seinasti arbeiðsdagurin undan summarfrítíðini, so arbeiðsfólkini hava bert ein dag eftir.
Hetta merkir tó ikki, at fólk í Sørvági ikki kunnu fáa barnaansing, tí pláss verður fyri nøkrum børnum gjøgnum summarið.
- Tað er rætt, at stovnurin fer í sumamrfrí fríggjadagin, men foreldur, ið hava brúk fyri, at børnini verða ansaði, kunnu fáa barnaansing her um summarið. Vit hava pláss fyri á leið 20 børnum í summar, sigur Gitta av Kák at enda.