Eyðun Berg, stjóri í upplivingarfyritøkuni NAX, heldur, at tað er sera gott og spennandi intiatativ, sum vágbingar eru farnir í gongd við við ítróttarháskúlanum.
- Føroyar er eitt áhugavert land, sum útlendingar eru við at fáa eyga á. Útlendingar halda, at okkara vøkru og óspiltu oyggjar eru eksotiskar. Føroyar eru tí sera væl egnaðar til ein ítróttarháskúla, og náttúran gevur okkum góðar karmar til frálæru. Hetta hevur NAX eisini góðar royndir við.
Stjórin í NAX vísir á, at upplivingarfyritøkan hevur verið í menning í sløk sjey ár. Umframt starvsfólkatiltøk til virkir, hevur eitt av konseptunum hjá NAX verið frálæra til skúlar í náttúruni – adventurebreytin, við serligum fokus á at menna sjálvsvirði og sjálvsálit.
- Við at menna sjálvsvirði og sjálvsálit, er grundarsteinurin lagdur fyri, at víðari lesnaður fer at eydnast. Tann fyrsti flokkurin, sum NAX hevði, kom av Tvøroyri. So, suðuroyingar eru teir fystu, sum veruliga hava sæð henda møguleika.
Eyðun Berg heldur tað vera týdningarmikið, at ikki bara Vágur ella Suðuroyggin standa saman um at menna skúlan, men allar Føroyar.
- Okkara søga vísir tíverri, at tá nýggj hugskot eru við at bera til hjá undangongumonnum, byrja onnur við tí sama, soleiðis gerast oftan góð hugskot ikki til nakað varandi.
Stjórin í NAX hevur tí eina áheitan á okkum øll og serliga á landspolitikarar um at standa saman um at fáa skúlan í Vági upp at standa. Málið skal verða, at skúlin verður so áhugaverdur í heimshøpi, at útlendskir næmingar koma at standa á biðilista.
Eyðun Berg heldur, at fáa vit ein slíkan skúla upp at standa, har ung í øllum heiminum vilja koma, er møguleikin fyri fólkavøkstri eisini skaptur. Hann heldur eisini, at skúlin fer at gera allar føroyingar ernar av okkara skúlaverki.
- Eg ynski tí ítróttarháskúlanum bestu eydnu, sigur stjórin í upplivingarfyritøkuni NAX.