Gott til eldraíbúðir

Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, hevur havt nógv samband við Húsalánsgrunnin um grundina úti í Mattalág, og hann fegnast um, at grundin nú er tikin niður.

- Vit hava arbeitt við hesum í fleiri mánaðar, og tað hevur verið nógv samband við Húsalánsgrunnin. Tað er einki dulsmál, at grundin hevur staðið sum ein skomm í langa tíð, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin sigur, at hann hevur fingið óteljandi áheitanir frá fólki um at fáa grundina burtur, tí hon hevur verið til stóran vanda fyri børnini í grannalagnum.
- Tað er ótrúliga gleðiligt, at hon nú er tikin niður. Nú verður spennandi at síggja, hvat fer at henda við økinum, tí har eru nógvir møguleikar. Eg hevði ynskt mær, at tað til dømsi blivu gjørdar eldraíbúðir á økinum, tí tað liggur sera væl fyri og mitt í býnum, sigur Heðin Mortensen.