Her búgva í løtuni 112 fólk, men kommunan ynskir nú at skapa umstøður fyri at enn fleiri kunnu búseta seg her.
Ovarlaga í bygdini eru fleiri grundøki byggibúgvin, og sum nú verða lýst alment til sølu.
Støddin á grundøkjunum er millum 408 og 533 fermetrar og er kostnaðurin 500 krónur fyri fermeturin. So her er talan um grundøki ið liggja í slíkum prísflokki, at fleiri kundu tikið av hesum møguleikanum.