Gott spæl í ergiligum tapi hjá EB/Streymi

(Frá Rás2) Liðskiparin hjá EB/Streymi fegnast um spælið, men iðrar seg um tapið ímóti 07 Vestur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við liðskiparan hjá EB/Streymi, Rógva Egilstoft Nielsen aftaná EB/Streymur hevði tapt 0-2 ímóti 07 Vestur á heimavølli við Margáir í Streymnesi.

 

Rógvi Egilstoft Nielsen heldur, at EB/Streymur spældi tað besta spælið higartil í ár í fyrra hálvleiki, men tíverri vóru teir ikki nóg effektivir frammanfyri málinum, og hann iðrar seg um eitt tap ímóti einum liði, sum hann metir, at teir koma at verða í harðari kapping við á stigatalvuni. 

 

Tað var 07 Vestur hinvegin, og tað gjørdist munurin millum liðini. Rógvi Egilstoft hevur tó góðar vónir til komandi dyst ímóti KÍ norðuri í Klaksvík.