Til tess at greiða áhugaðum føroyskum frisørum frá um eitt av hesum merkjum TIGI - og fyrimunirnar við hesum, var skipað fyri serstakum skeiði farna vikuskifti við eini danskari hárfríðkanarkvinnu, sum visti alt um hetta merkið.
Seinnapartin leygardagin vóru frisørar, modell og hesin danski skeiðshaldarin, Line á Rex, har fleiri modell sótu klár at leggja høvd til saks og hesi evnini, ið m.a. kunnu fáa hárið at sita betri.
Skilligt var, at hetta hevði teirra stóra áhuga. Tey sótu øll við penni og pappíri í hond, og skrivaðu niður tey góðu hugskotini, sum skeiðshaldarin kom við.









