Óli Johannesen er sera fegin um, at ófriðurin kring liðið hjá Hvidovre ikki er so stórur, sum hann var í AGF
Yrkisfótbóltur
Álvur Haraldsen/Jákup Mørk - Hvidovre
Eftir dystin móti Brønshøj fingu vit okkum eitt stutt prát við Óla Johannesen, sum nú hevur tríggjar mánaðir á baki í nýggja felagi sínum.
Spurdur, hvussu hann er nøgdur við tað, sum hann higartil hevur sæð í felagnum, sigur hann, at tað er hann so avgjørt.
- Eg havi bara alt gott at bera felagnum higartil. Her er gott skil á øllum økjum, og tað er so í øllum førum øðrvísi enn tað, sum eg var vanur við í AGF. Har var alla tíðina ófriður um ymiskt, sum einki við fótbóltin at gera, og hetta órógvaði sjálvandi eisini okkum. Her verður alt gjørt sera professionelt, og vit skulu so bert hugsa um sjálvt fótbóltsspælið.
Nógvir nýggir
Óli er annars ein av seks leikarum, sum komu til felagið í vetrarsteðginum, og annars er so at siga alt liðið nýtt í mun til tað, sum var fyri einum ári síðani. Hóast hetta sjálvandi hevur givið onkrar trupulleikar, so heldur Óli, at tað sum heild hevur gingið væl at fáa alt at rigga.
- Sjálvandi tekur tað sína tíð at fáa alt at rigga, men yvirhøvur lata teir í felagnum væl at. Ikki minst tí tað nú gongur betri við at halda fast um dystin í samfullar 90 minuttir. Áður hevur tað verið ein trupulleiki hjá liðnum at halda konsentratiónina alla tíðina, men nú gongur hetta í øllum førum betri. Har umframt skuldi sjálvt liðið helst eisini verið betri, nú teir hava fingið somikið nógvar nýggjar leikarar.
Venjari hjá liðnum er fyrrverandi TB venjarin, Frank Skytte, sum eisini var maðurin, sum fekk Óla til felagið. Afturat sær hevur hann Jan Sørensen, sum eftir eitt tíðarskeið í Onglandi nú er manager í Hvidovre, og Óli letur sera væl at tí arbeiði, sum teir báðir gera.
- Tað er heilt víst ein styrki, at vit hava ein venjara, sum hevur somikið nógvar royndir, sum Jan hevur. Hann er eisini ein persónur, sum tú altíð veitst, hvar tú hevur. Skal hann siga tær nakað, so gongur hann ikki og bølir yvir hesum í fleiri dagar, men sigur tað beint út, og hóast hetta kann vera eitt sindur tungt viðhvørt, so er tað nakað, sum mær dámar væl.
Byggja nýtt
Eftir at navnframi Peter Schmeichel hevur keypt Hvidovre, hava stórar yvirskriftir ofta verið tengdar at felagnum. Stóri málverjin hevur heldur ikki dult fyri, at hann ætlar sær nakað stórt við felagnum, og Óli tykist sjálvur at vera spentur um, at hann nú skal verða ein partur av hesum ætlanum.
- Í ár er málið so at koma upp millum seks tey bestu, og sjálvur haldi eg, at tað er eitt mál, sum vit kunnu røkka. Vit skulu nokk verða meira avgjørdir framman fyri málið, og tekur tú dystin í dag, so høvdu vit møguleikan at avgera alt til egnan fyrimun, uttan at hetta eydnaðist. Tað er so ein trupulleiki, sum vit mugu loysa, men annars rokni eg avgjørt við, at vit kunnu røkka málinum.
- Næsta ár er so ætlanin, at vit skulu tryggja okkum atgongumerki til superliguna. Tað er so avgjørt nakað, sum eg ætli mær at vera við til. Hvat so hendir seinni, um hetta eydnast, er eitt sindur ilt at siga. Eg havi bara sáttmála til og við komandi kappingarári, men eg vóni sjálvandi, at tað fer at bera til at vera við at spæla í superliguni við liðnum, sigur Óli Johannesen at enda.