Norðurlendska klaverið spældi væl í EM undankappingarbólki F í gjárkvøldið. Undan umfarinum varð tað roknað við, at tað var alneyðugt hjá dønum at vinna øll stigini í Stokholm, um tað framvegis skuldi verða hugsningur um danska luttøku í endaspælinum næsta summar. Grannauppgerðin í Stokholm endaði 0-0.
Svøríki er greitt oddalið og størsti favorittur at røkka endaspælinum, men danir halda seg framvegis hava góðan møguleika. Tað kemst av, at hini úrslitini lagaðu seg so væl fyri Danmark.
Hjá Íslandi hevur tað ikki hilnast væl, men í gjárkvøldið megnaðu grannar okkara fyri vestan 1-1 á heimavølli ímóti Spania, sum longu í 20. minutti misti Liverpool spælaran Xabi Alonso. Emil Hallfredsson legði Ísland á odda í 40. minutti, og leiðsan helt sær inntil innskifti Andres Iniesta javnaði í 86. minutti.
Umframt frá Íslandi fingu danir eisini hjálp í Litava, har Norðurírland, sum higartil hevur staðið seg so væl, óvæntað tapti 1-0.
Støðan: Svøríki 19 stig, Norðurírland og Spania 16 stig og Danmark 11 stig. Danmark hevur spælt sjey og hini átta dystir.
Roknistykkið hjá dønum sigur, at um teir fáa fult allar fimm ferðirnar, sum eru eftir at spæla, so vera teir við í endaspælinum. Skráin hjá Danmark: 12.9.: Danmark-Liktinstein, 13.10.: Danmark-Spania, 17.10.: Danmark-Litava, 17.11. Norðurírland-Danmark, 21.11.: Danmark-Ísland.










