Gott úrslit og góð útlit

Ársúrslitið fyri 2010 er áljóðandi 259 mió. krónur eftir skatt. Felagið er væl konsoliderað og hevði við ársenda 2010 ein solvens upp á 76%. Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri 2010 var 247,3 milliónir krónur, og svaraði hetta til 11,44 krónur (NOK 12,29) fyri hvørt kg av laksi, sum felagið tók í 2010. Nevndin í Bakkafrost fer at skjóta upp fyri aðalfundin at útgjalda vinningsbýti upp á DKK 3,91 fyri hvørt partabrævið (~NOK 4,00 partabræv), svarandi til DKK 191 milliónir í alt.

Fjórði ársfjórðingur 2010:

Úrslitið fyri fjórða ársfjórðing 2010 er áljóðandi 114 mió. krónur eftir skatt.Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost fyri fjórða ársfjórðing 2010 er áljóðandi 91 milliónir, og svarar hetta til 13,99 krónur (NOK 15,12) fyri hvørt kg av laksi, sum er tikin.

Gongdin í 2010:

Biologiska gongdin er framhaldandi góð, og marknaðurin fyri laks er góður. Tøkan av laksi øktist seinasta ársfjórðingin í 2010 í mun til tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar, soleiðis at felagið í alt í 2010 tók 21.626 tons av kruvdum laksi og sílum. Í 2010 setti Bakkafrost 8,2 milliónir smolt út í mun til 7 mió., sum var upprunaliga metingin fyri árið. Byrjað verður at taka henda fisk í seinnu hálvu av

2012. Í 2010 hevði Bakkafrost sløk 400 ársverk.

Útlit:

Útlitini fyri 2011 eru góð. Tøkan av laksi fer væntandi at verða umleið 33.000 tons, og hevur felagið longu gjørt søluavtalur fyri umleið 30% av hesum, Søluavtalurnar eru viðvíkjandi portiónum, sum verða framleiddar á Glyvrum.

Í 2010 gjørdi felagið íløgur fyri umleið 70 milliónir krónur, og fara íløgurnar væntandi at verða á sama støði í 2011.