##med2##
HB hevur framvegis fult stigatal aftaná tvey umfør í Betrideildini.
HB setti alt uppá pláss í fyrra hálvleiki, tá teir vunnu 3-1 á ÍF í Fløtugerði í Fuglafirði.
ÍF – HB 1-3 (0-3)
0-1: Heðin Hansen
0-2: Adrian Justinussen
0-3: René S. Joensen
1-3: Uros Stojanov
Høvuðsvenjarin hjá HB, Jens Bertil Askou fegnast um sigurin og fullu úrtøkuna í Betrideildini higartil, men hann iðrar seg um, at Daniel Johansen fekk seinna gula kortið og harvið reytt kort. Hann heldur, at tað var ov býtt at renna seg í leikbann so tíðliga í kappingini. Jens Bertil Askou heldur ikki, at HB átti at runnið aftaná ÍF tá tað kom til harðligari partin av spælinum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá Tróndur Arge, frásøgumaður hjá FM1 segði frá teimum trimum málunum hjá HB. Teitur Joensen var viðmerkjari.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jens Bertil Askou aftaná dystin.
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá málinum hjá ÍF. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Hans Jørgen Djurhuus, ið er venjari hjá ÍF saman við Ólavi Larsen.