Gott úrslit hjá Trygd

Ársúrslitið gjørdist 20,4 millónir krónur fyri skatt, og tað er nakað lakari enn 2009, sum við 29,2 milliónum krónum í avlopi fyri skatt var besta árið nakrantíð hjá tryggingarfelagnum.

Tryggingarfelagið Trygd boðaði í gjár frá ársúrslitinum fyri 2010. Árið í fjør var sum heild lakari enn metárið 2009, tá felagið hevði 23,9 milliónir krónur í avlopi eftir skatt. Talið fyri 2010 er 16,8 milliónir.
Trygd sigur, at trygginartekniska úrslitið var 17,2 milliónir krónur í 2010 í mun til 25,4 milliónir krónur fyri 2009.
Leiðalsn er nøgd við úrslitið, tó at tað ikki var eins gott og metárið 2009.
Trygd sigur, at skaðagongdin hevur verið nøktandi. Talið av skaðum hevur verið mest sum á sama støði sum árið fyri, men skaðagjøldini eru hækkað úr 42,4 milliónum í 2009 upp í 47,2 milliónir krónur í 2010. Økingin stavar millum annað frá størri endurgjaldi fyri persónsskaðar, eins og nakað fleiri brunaskaðar hava verið.
Samlaðu tryggingargjøldini í 2010 vóru í alt 86,2 milliónir krónur, og tað er ein minking í mun til 2009, tá tryggingargjøldini vóru 91,9 milliónir krónur. Hendan broytingin stavar frá lægri inntøkum frá biltryggingum og einstøkum vinnutryggingum.
»Búskaparstøðan í samfelagnum hevur havt við sær, at tørvurin á tryggingardekningum hevur verið fallandi, og samstundis er kappingin herd um bæði privatar og vinnuligar kundar. Sølan av privatum húsum og bilum er framvegis lág, hóast framgongd er at merkja«, sigur Trygd.

Vinningsbýti
Hóast 2010 sostatt gjørdist verri enn 2009, so er leiðslan tó nøgd við gongdina.
- 2010 gjørdist eitt gott ár fyri Trygd. Eitt heppi samanfall av góðum veðrið og fáum skaðum gjørdi sítt til, at árið hepnaðist væl og tað fegnast vit um. Tað er umráðandi hjá Trygd at varðveita eitt kappingarført tryggingarvirksemi, soleiðis at føroysku tryggingartakararnir altíð kunnu fáa eina dygdargóða tænastu til kappingarførar prísir. Tí er umráðandi at halda rakstrarúrtreiðslurnar av felagnum á so lágum støði sum møguligt, og samstundis veita góða ráðgeving, og skjóta og dygdargóða skaðatænastu, sigur Jean Djurhuus, stjóri í Trygd.
Hann heldur, at tað er ein orsøk til, at tryggingarmarknaðurin hevur verið ávirkaður.
- Búskapargongdin í samfelagnum hevur gjørt sítt til, at tryggingarmarknaðurin hevur verið nakað stirvin. Tá ið tað ikki er so nógv virksemi við keyp og sølu av ognum, ið skulu tryggjast, er avbjóðingin størri at vaksa, men vit eru hóast alt nøgd við, at felagið alsamt styrkir um sína marknaðarstøðu”, sigur Jean Djurhuus.
Eginognin hjá Trygd var við ársenda 2010 100,2 milliónir krónur.
Aðalfundurin samtykti at útgjalda 15 milliónir krónur í vinningsbýti, sigur Trygd.