Lutakast hevur í kvøld verið um hvussu spælast skal í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Her gjørdist greitt, at NSÍ skal spæla ímóti KÍ, meðan Víkingur í hinari hálvfinaluni hittir Skála.
Í ársins fyrsta dysti tapti Skála 4-1 ímóti Víkingi í Gøtu, so ikki kann sigast annað, enn at uppflytararnir munnu vera underdogs ímóti oddaliðnum í Effodeildini.
Skála hevur havt eitt yvirkomiligt lutkast higartil, har teir hava møtt Undrinum og Giza/Hoyvík. Pauli G. Hansen, veteranurin hjá Skála, viðgongur eisini, at hetta lutakastið gjørdist trupulari.
- Víkingur er eitt sterkt lið, so tað verður trupult. Men møguleikin er so har, sigur Pauli og heldur fram:
- Tað er umráðandi at fáa eitt gott úrslit í fyrra hálvfinaluni á heimavølli, so vit hava ein betri møguleiak í Gøtu.