Samtikið Varðin fekk eitt gott úrslit í 2017, hóast Varðin Pelagic brann 9. juni í fjør. Ársúrslitið er 184 milliónir krónur, sum kortini er nakað lakari enn í 2016, tá ársúrslitið var 213 milliónir krónur. Í tíðindaskrivi skrivar leiðslan, at góða úrslitið stavar í stóran mun frá Varðanum Pelagic, sum hevur ein serstakan roknskap orsaka av eldsbrunanum.
Virkið á Tvøroyri er um at vera klárt at taka í nýtslu aftur. Varðin boðar frá, at væntandi fer framleiðslan í gongd beint eftir ólavsøku.
- At byggja Varðan Pelagic uppaftur er ein dýr søga. Kostnaðurin verður uml. 550-600 mió. Hetta er ein sera stór íløga og felagið noyðist, umframt verandi lániskuld, at taka lán á uml. 150 mió. frá føroyskum peningastovnum til íløguna, sigur leiðslan.
Ársúrslitið hjá Varðanum Pelagic var 135 milliónir krónur í 2017, hóast virkið onga framleiðslu hevði í seinni helvt av árinum, orsaka av eldsbrunanum, sjálvandi.
- Tí skal viðmerkjast, at góða úrslitið í stóran mun er eitt “tekniskt úrslit” orsaka av endurgjaldsuppgerðini eftir eldsbrunan, sigur leiðslan. Hon sigur eisini, at eldsbrunin á Tvøroyri eisini ávirkaði raksturin hjá skipunum, sum tí høvdu eitt nakað lakari úrslit enn árið fyri.
Í sínum metingum av útlitinum fyri framtíðina skrivar leiðslan, at meðan hon væntar, at Varðin Pelagic fer at hava eitt positivt íkast til ársúrslitið, stúrir hon fyri, hvørjar avleiðingarnar av møguligu nýggju lógini um tilfeingisgjald verða.









