Uppstillingarvalið í 10 amerikonskum statum í gjár svaraði ikki spurninginum, hvør skal stilla upp fyri republikanararnar á forsetavalinum í heyst, og tað kemur verandi forsetanum, Barack Obama, væl við.
Tað sigur danski USA-serfrøðingurin Niels Bjerre Poulsen við danska kringvarpið. Hann vísir á, at tað er framvegis kapping millum Mitt Romney og Rick Santorum, og at Newt Gingrich og Ron Paul hanga í enn. Tað ger, at teir helst skulu kappast í fleiri mánaðir afturat, og tað er gott fyri Obama, sigur Niels Bjerre Poulsen við DR.
Sjálvur roknar hann við, at Mitt Romney verður tað endaliga forsetavalevnið hjá republikanarunum.









