Árið 2010 hildnaðist bara væl, tá ræður um skattainntøkuna. Hon gjørdist 46.6 mió. kr. í mun til tær væntaðu 43.3 mió. kr., ella prosent meira enn væntað. Við hækkaðu inntøkunum í fjør eru vónir í kommununi um, at ringasta kreppan í vinnuni er hasað av, og at virksemið aftur er í vøkstri.
Kommunan hevur seinasta árið avmarkað sínar íløgur rættiliga nógv í mun til undanfarin ár. Stórur dentur verður lagdur á at niðurgjalda lánini hjá kommununi, nú rentustigið er søguliga lágt. Hetta er sera umráðandi, áðrenn farið verður undir nýggjar íløgur, ið eru fyri framman ? eitt nú á skúlaøkinum, har ætlanirnar hjá landsmyndugleikanum um størri skúlaeindir kunnu fara at krevja útbyggingar.
Eisini fara myndugkrøvini til, at alt spillivatn í kommununi verður burturleitt sambært eini góðkendari ætlan, at hava munandi fíggjarligar fylgjur við sær. Kommunan hevur gjørt eina slíka ætlan, ið er send myndugleikunum, skrivar kommunan á heimasíðu síni.