Bruttovinningurin í 2018 var slakar 3,6 milliónir krónur, sum er meira enn tað tvífalda av tí, sum tað var árið fyri.
Starvsfólkakostnaðurin var 1,5 millión krónur, og ársúrslitið var 1,25 milliónir krónur.
Eginpeningurin hjá felagnum er nú slakar 4 milliónir krónur. Langfreistaða skuldin hjá felagnum er ein millión krónur.
Tað eru P/F Demich í Havn, Sp/F M. S. Grevstur í Norðdepli og Ove Birger Karlsson í Lammhult í Svøríki, sum eiga partapeningin í P/F Jarðhita.
Stjóri í felagnum er Atli Dávur Nattestad. Nevndarformaður er Martin Sivertsen og nevndarlimir eru Atli Dávur Nattestad, Morten Jensen Bang og Rói Sjúrðuarson Kalsø.