Tað eru niðurstøður úr roknskapinum hjá føroyska oljufelagnum P/F Magn.
Tað er íslendska felagið Skeljungur, sum eigur allan partapeningin í P/F Magn. Beint eftir ársskiftið fekk Skeljungur nýggjar eigarar, tá Jón Ásgeir Johanneson, kendur frá Baugur Group og sum ein hin størsti spekulanturin í Íslandi, keypti meirilutan í Skeljungi.
Eftir tað keypið frættist, at nýggju eigararnir í Skeljungi vildu selja føroyska Magn úr felagnum til tess at fáa pengar at gjalda niður skuld fyri keypið. Tann avgerðin var tó tikin aftur. Nýggju eigararnir vildu vera við, at hetta var okkurt sum fjølmiðlarnir í Íslandi høvdu lopið út í orð.
Føroyska P/F Magn hevur nú havt aðalfund, har enn ein góður roknskapur er góðkendur.
Í 2020 var avlopið hjá P/F magn 31,6 milliónir krónur. Tað er eitt sindur slakari enn árið fyri, tá avlopið var 36,3 milliónir krónur.
Nettosølan minkaði úr 924 milliónum í 2019 niður í 667 milliónir í 2020. Framleiðslukostnaðurin var 534 milliónir krónur í 2020 í mun til 795 milliónir krónur árið fyri.
Starvsfólkakostnaðurin var í fjør 44,3 milliónir krónur í mun til 40,8 árið fyri.
Ebitda var 55,7 milliónir krónur í mun til 66,6 milliónir krónur, avskrivingar 12,2 í mun til 17,7 milliónir krónur, og langfreistaða skuldin er økt úr 55,6 til 116,3 milliónir krónur.
Eginognin hjá felagnum er minkað úr 141 milliónum krónum til 79,7 milliónir krónur – sum helst er ávirkað av, at felagið hevur goldið eigarunum í Íslandi metstórt vinningsbýti, sum hesaferð var 93 milliónir krónur.
Síðani íslendingar keyptu P/F Magn í 2007 hevur felagið goldið 300 milliónir krónur í vinningsbýti. Av tí at talan er um íslendskt felag, so rindar tað ikki vinningsbýtisskatt í Føroyum, sum føroysk feløg gera. Tað er tvískattaavtalan millum Føroyar og Ísland, sum ásetur hetta. Tað merkir, at landið ikki fær 105 milliónirnar í skatti av vinningsbýtinum hjá Magn, sum landið hevði fingið, um tað vóru føroyingar, sum áttu felagið.
Samsýningin til stjórnina í P/F Magn hækkaði í fjør úr 3,3 milliónum krónum til 5,5 milliónir krónur.
82 starvsfólk starvaðust í fjør hjá felagnum í mun til 80 í 2019.
– Havandi í huga neiligu avleiðingarnar í virksemi felagsins, beinleiðis ella óbeinleiðis, orsakað av COVID-19 farsóttini, metir leiðslan, at úrslitið fyri 2020 er nøktandi, skrivar leiðslan í ársroknskapinum.