Jaguar høvdu eitt gott ár í 2008 við vaksandi sølu. Nýggir marknaðir í Kina, Russlandi og Miðeystri gjørdu at Jaguar høvdu eitt gott ár í fjør.
Sølan av Jaguar vaks við átta prosentum í 2008 í mun til 2007.
Serliga var tað Jaguar XF við dieselmotori, sum stóð fyri mestu søluni hjá Jaguar.
Jaguar hava verið gjørdir í Coventry í Onglandi síðan 1922, men í dag er tað Tata Motors í India, sum eiga Jaguar saman við Land Rover.










