Árið í fjør royndist væl hjá Føroya Møblasølu, sum er felagið handan Idé Møblar í Føroyum.
Ársúrslitið ljóðar upp á góðar 4,1 millión krónur, sum er eina millión betur, enn árið fyri. Tað sæst í ársroknskapinum, sum er kunngjørdur á vinnuvitan.biz
Bruttovinningurin hjá felagnum var góðar 12 milliónir krónur, og felagið hevur goldið góðar 5,8 milliónir krónur í lønum.
Eginognin hjá felagnum er nú slakar 80 milliónir krónur, og skuld felagsins er góðar 12 milliónir krónur.
Stjóri í Føroya Møblasølu er Elsebeth Andreasen










